Trúargrundarlag

Vit ynskja at řll tćnasta viđ tilknýti til Betesda byggir á hesar meginreglur:


Gud

Gud er Ein. Hann er uttan byrjan og enda. Alt er skapt av Honum og Hann heldur řllum uppi. Gud er 3 persónar: Fađirin, Sonurin og Heilagi Andin. Teir eru ein eind, tríggir í einum og ein í trimum.

Gud Fađirin
Gud Fađirin er andi, ćvigur, óbroytandi, allastađir í senn, alvitandi og almáttugur.

Gud Sonurin, Jesus Kristus

Jesus Kristus er einborni og ćvigi Sonur Guds, gitin av Heilaga Andanum og fřddur til jarđar sum menniskja av eini moyggj. Hann er einasta menniskja, sum hevur livađ á hesi fold uttan synd.


Gud Heilagi Andin
Tćnasta Heilaga Andans er at sannfřra heimin um synd, rćttvísi og dóm; at endurfřđa tann sum trýr, (sí "Frelsan"). Hann tekur bústađ í, og innsiglar tey, sum frelst verđa. Heilagi Andin gevur hinum frelsta kraft at liva í vilja Guds, og letur upp sannleikar Bíbliunnar fyri hinum trúgvandi.

Bíblian

Bíblian er skrivađa Orđ Guds. Bíblian er innblást av Gudi og er tí sonn, řll sum hon er. Bíblian er fullkomni vegvísarin og rćttisnórurin í řllum lívsins viđurskiftum.


Menniskjan og synd

Menniskjan er skapt í mynd Guds og er dýrabarasti skapningur Hansara. Men řll hava syndađ og eru tí atskild frá Gudi. Menniskjan kann ikki břta um sína střđu viđ góđum verkum, halgisiđum, ritualum ella á nakran annan hátt. Hon hevur einki annađ uppiboriđ enn at verđa kastađ í ćviga eldsjógvin.


Frelsan

Á Golgata krossi hevur Kristus fullkomiliga og ćviga goldiđ skuldina fyri synd. Tann, sum trýr og setir sítt álit á Kristus og fullgjřrda verk Hansara, verđur fřddur av nýggjum í somu stund og fćr arvalut saman viđ Honum, nú og í allar ćvir. Tann, sum ikki trýr, er longu dřmdur.


Ćvigt lív

Tann, sum er fřddur av nýggjum, kann ikki doyggja aftur, men hevur ćvigt lív. Frelsan er av náđi Guds og ikki av verkum hins trúgvandi. Hesin veruleiki eigur á ongan hátt at geva mótstřđumanninum hřvi at spotta, men heldur at gera, at hin trúgvandi stevnir eftir einum lívi í heilagari atferđ og gudsótta.


Afturkoma Harrans

Jesus Kristus kemur aftur eftir samkomu Síni. Eingin kennir dagin ella tíman. Afturkoma Harrans kann tí verđa hvřrja lřtu.


Ćvinleikin

Menniskjan er skapt at liva í allar ćvir. Menniskjan, sum tekur ímóti Kristusi, fćr fyrigeving syndanna til frelsu og livir í ćvigum samfelagi viđ Gud. Menniskjan, sum vrakar Kristus, livir ćviga atskild frá Gudi. Himmalin og Helviti eru verulig střđ.

Created by krea.fo