Eftir fyrsta dópin herðist mótstøðan í Havn og kring landið. Fólk venda sær ímóti Sloan og teimum, ið standa saman við honum. Tey doyptu verða eyknevnd „baptistar“. Um Dia sigur ein havnarkona, tá ið hann er doyptur:
Góðu, góðu! Hevði tað verið mítt barn, hevði eg dripið tað!
Dia fær tátt beinanvegin, hann er doyptur. Honum, eins og øllum, ið seinni verða doypt um hetta mundið, verður givið „dópsnavn“, og tað er hundanavn. Eitt ørindi ljóðar:
Heykur, tann hundur
fór tríggjar ferð undir
á Eystaruvág –
MacDonald stóð hjá.
Systir Dia í Geil, Elsba, verður rópt „Flora“ eftir einari tík, sum tey eiga har í húsunum – stundum verður hon rópt „geilartíkin“ og viðhvørt „Jomfru Gloria“.
Eftir fyrsta dópin fáa søgusmiðirnir úr at gera. Ræðusøgur og tíðindi ganga um allar oyggjarnar um hesar „gendoyparar“. Bygdarmaður kemur aftur úr Havn til heimbygd sína og sigur í djúpasta álvara og djúpt sorgarbundin, at óivað fara mong fólk í Føroyum at doyggja í framtíðini við at koma sær upp í hesa „sektina“. Dópurin, tey mugu geva seg undir, fer fram á tann hátt, at tey verða hildin undir vatni, til tey síggja Heilaga Andan í vatninum, og at tað eydnast bert teimum fæstu at síggja okkurt glinsandi, sum skal eitast at vera skinið av Andanum. Onnur siga, at ein dunna verður slept niður í vatnið. Fólk signa seg, summi fella tár um hesar villfarandi sálir, meðan onnur halda, at tey skuldu verðið avlívað. Ein maður sendir hakan eftir Dia í Geil, men rakar hann tíbetur ikki.
Eftir hetta kemur eingin á møti í Havn uttan tey 4-5, sum eru í samkomuni. Harafturímóti flykkjast tey uttanfyri og gera seg inn á húsið. Gjøgnum áhaldandi tol og gudsótta vinna tey so við og við á hesari mótstøðu. Mong ár seinni viðganga foreldur Dia fyri honum og systur hansara, at hetta stig hansara – so sorgarbundin tey enn vóru av tí tá – kortini læt upp eygu teirra.
Tá ið Sloan vitjar í Klaksvík beint eftir fyrsta dópin 31. oktober 1880, fær hann ikki innivist, har hann hevur verið áður. At enda sleppur hann at gista hjá sýslumanninum; men illa gongst at fáa hús at halda møti í.
Fyrstu árini eftir dópin – og helst, tá ið dópur fór fram – vóru alt annað enn hugnalig. Partvíst volt av prestunum var Sloan illa sæddur av fólki, sum vísti honum óvilja og stundum opinlýsa mótstøðu. Dyr vórðu klamsaðar í og stongdar fyri nøsini á honum. Av og á varð hundur beittur eftir honum, sum hann nærkaðist onkrari bygd. Børn ræddust og runnu undan honum ella tóku eftir teim eldru at spotta hann. Tað gingu jú ræðuligar søgur um henda „villeiðaran“ og fylgisneytar hansara.
Staddur í Miðvági, har Sloan saman við konu síni og lítla soninum Poul er at vera eina tíð, skrivar hann um áramótið 1884-1885 í dagbók síni m.a.:
Sunnudagsskúlin er byrjaður aftur í Tórshavn sum svar upp á bøn; Andr. Isaksen ger góð framstið í tænastu Harrans har. Godtfred Heinesen er byrjaður at prædika Orð Guds – aftur eitt bønarsvar. Fordómar móti mær tykjast alsamt minka.
Vit hava verið roynd í tí, at kona mín fekk deyðføtt barn, og seinni í árinum var fíggjartrot, men fingu hjálp í rættari tíð, einar tvær ferðir.
Saman við mongu signingunum er grund til takksemi. Eftir fýra farnu árini við stórari mótstøðu, sum tók seg upp móti sannleikum Guds, ið vit kunngera – serstakliga um dópin og samkomuna – vóni eg, at tað vóru fyrireikandi ár til betri tíðir, og um Gud unnir mær framhald, er tað bøn mín, at Hann vil styrkja meg við Anda Sínum til at vera trúfastari móti Honum, enn eg havi verið farna árið; at Hann fer at unna mær ávøkst Honum til æru, ella at Hann vil brúka aðrar til at heysta, har sum eg havi sáað.
Tað eru annars tveir trupulleikar, eg við signing Guds vóni at vinna á, og tað er fløkjalag og leti, so at alt er greitt og ruddiligt hjá mær, og at eg síðani eri hugagóður fyri Gudi. Amen.
Les meira... (Tíðir broytast – 1891)