19. januar 2016
Eldrasamkoman í Betesda fríggjadagin kl. 15
So er Eldrasamkoman aftur í Betesda fríggjadagin í hesi vikuni 22. januar kl. 15-17, har felagssangur og hugnaprát verður á skránni við einum drekkamunni.

Hesaferð fara Jørundur og Linda Hansen, sum í mong ár vóru trúboðarar í Grønlandi, at greiða frá tíðini tey vóru har.

Eisini fer Elin Neshamar at syngja á grønlendskum og føroyskum.

Øll er vælkomin. Vónin er at síggja so mong sum tilber.
Created by krea.fo