27. mai 2009
Samfelagsmøti í Klaksvík á Hvítusunnu
Á Hvítusunnu verður samkoman í Betesda í Klaksvík vertur fyri samfelagsmøtum hjá brøðrasamkomunum, sum byrja í Betesda fríggjakvøldið og síðan halda fram í Badmintonhøllini.

Samfelagsmøtini byrja við bønamøti í Betesda fríggjakvøldið klokkan 20:00
Leygardagin, 1. Hvítusunnudag og 2. Hvítusunnudag heldur samfelagsstevnan fram í Badmintonhøllini, har bæði uppbyggingarmøti og evangelisk møti verða á skránni.
Samfelagsstevnan endar við evangeliskum møti í Badmintonhøllini 2. Hvítusunnukvøld kl. 19:00.
Lindin kemur at senda frá møtum.

Tiltøk fyri ung
Ungdómstiltøk eru eisini partur av skránni fyri hesa samfelagsstevnuna.
Fríggjakvøldið klokkan 22:00 skipa tey ungu fyri “Opið hús”, sum hetta kvøldið verður í Betesda.
Leygarkvøldið og 1. Hvítusunnukvøld verða ungdómstiltøkini í Badmintonhøllini, og bæði kvøldini byrja hesi tiltøkini kl. 22:00.
Skráin fyri samfelagsmøtini er at finna á heimasíðuni, www.betesda.fo.
Created by krea.fo