Else Djurhuus fer at greiða frá byrjanini til barnalegurnar við Áir og í Zarepta undir heitinum: "Frá tanka, kalli, gjøgnum royndir til veruleika”.
Nú summarið er av og heystardagur týðiliga merkist, verður aftur Eldrasamkoma í Betesda, fríggjadagin 23. september, sum er tann fyrsta í røðini í vetur.
Eftir at mongu børnini, ungfólk, hjún og menn og kvinnur í øllum aldrum hava verið í Zarepta aftur í summar, og ein stórur og hunaligur nýbygningur er tikin í nýtslu, hevur verið hildið hóskandi, at fáa Else Djurhuus at greiða frá byrjanini, nú stívliga hálv øld er farin.
Hon fer at greiða frá, hvussu barnalegurnar fyrst við Áir og síðani í Zarepta á Vatnsoyrum sóu dagsins ljós.
Else fer at siga frá undir yvirskriftini: "Frá tanka, kalli, gjøgnum royndir til veruleika”.
Høvi verður til eitt gott prát, eisini verður sum vanligt felagssangur og ein drekkamunnur.
Øll er vælkomin til Eldrasamkomuna.
20. september 2016
Fríggjadagin kl. 15 verður Eldrasamkoma í Betesda
