18. oktober 2016
Eldrasamkoma verðurí Betesda fríggjadagin kl. 15-17
Á Eldrasamkomuni í Beteda fríggjadagin 21. oktober kl. 15 fara trúboðararnir Sonni Poulsen og versonur hansara Simon Flanagan, sum í løtuni undirvísa á NTM bíbliuskúlanum í North Cotes í Bretlandi, at greiða frá.

Eisini fer Maria á Lakjuni, sum júst hevur útgivið fløgu, at syngja og pápi hennara Eyðun fer at hava fylgispælið.

Pláss verður eisini fyri felagssangi, hugnapráti og einum drekkamunni við onkrum søtum aftur við.

Øll eru vælkomin!
Created by krea.fo