23. september 2009
Eldrasamkoma fríggjadagin 25. september
Fríggjadagin 25. september verður eldrasamkoma aftur í Betesda. Byrja verður kl 15.00. M.a. kemur Óli Steinberg at greiða frá túrinum hjá Juvel 2 í Grønlandi í summar, og eisini fer hann at vísa myndir. Tað verður eisini ein drekkamuður. Øll eru hjartaliga vælkomin.
