So var aftur ein sera hugnalig eldra samkoma í Betesda, og vóru vit umleið 90 sum møttu hesaferð. Klokkan gott 15.00 bjóðaði Lydia Petersen vælkomið og síðani sungu vit í felag nr. 828 við urguspælið av J.Við.Keldu.
Harranum lovið,tí veldiga Kongi, við heiður, Sál mín, lat tað vera gleðina bestu, tú eigur.
Honum far mót, Kasta teg fyri Hans fót, Takka, sum Andin teg leiðir!
Joachim Neander úr Týsklandi. (1650-1680 yrkti. Victor Danielsen týddi til føroyskt)
Síðani sungu vit vakra sangin hjá Trygva Bjerkrheim, sum Edmund í Garði føroyskað.
Hann tekur ei gleðina frá tær, tann Jesus ið kallar á teg.
Bert tá kanst av sonnum tú liva, um Hann kann tær fylgja á veg.
So var borð vers sungið, og øll vóru boðin til sjálvtøku borið at fáa sær uppá. Dúgliga var prátað afturvið kaffinum ella temunninum og vóru køkurnar bæði nógvar og góðar.
Kristina Jacobsen sang síðani fyri okkum, vakra sangin eftir Charles Wesley
Tú Ísraels Hirði og mín, Mín gleði og friður ert tú,
Mín sál tráar nærri til tín, at kenna teg betur enn nú!
Hendan signaða løtan var merkt av, at Any og Eilev Nielsen skuldu vísa myndir og greiða frá Ísraelstúrinum sum tey saman við 47 øðrum gjørdi á jólum.
Eilev greiddi frá ferðini frá FØ til DK, og frá ferðini frá DK til Tel Aviv, via Budapest í Ungarn. Og segði hann frá hvussu skjótt tey í ferðalagnum komu at kenna hvønn annan, og vóru sum ein eind. Tá tey umsíðir komu fram til hotellið vóru tey troytt, - men eisini sera glað. Hvønn morgun var eitt orð lisið eins og ein sangur var sungin, - oftani ein sangur um sólina, sum skein so vakurt hvønn dag við um 20 hitastigum í skugganum.
Eisini Any dugdi væl at siga frá, saman við myndum sum vóru vístar, - og ógjørligt er, - í hesum stubba - at koma inn á alt tað tey upplivdu. Sjálvandi vóru tey á øllum teim vælkendu støðunum, har Jesus hevði verið, - og kenslurnar komu eisini til sjóndar, tá tey umtalaðu kenda vatni Genesaret – ella Tiberias vatni ella Galilea vatni, sum tað eisini verður nevnt. (Kært barn,har mange navne). Har lærisveinarnir fiskaðu á sinni, og onki fingu, - men eftir orði Jesusar løgdu útaftur á vatni, og fingu hópin av fiski. Eftir at hava siglt á vatninum, var farið á restaurant, har borðreitt var við “Pæturs fiski!” Eitt fiskaslag sum bara fæst á Genesaret vatninum.
Á túrinum var eisini sjálvandi vitja í Nasaret, har Jesus vaks frá at vera smádrongur til vaksnan mann, - og sum Any segði, - at har var sjálvandi sangurin hjá Levi Joensen sungin.
Á Nasaret gøtum ein smádrongur gekk, Var vakur í útsjónd,mangt træsprekið fekk.
Hvør har kundi hugsað,at hesin ein dag, Sín favn vildi breiða á Golgata træ.
À túrinum høvdu tey hitt kendu norsku kvinnuna, Ísraels vinin Gro Wencke, sum eisini hevur vitjað í Føroyum, og hildið fyrilestrar um Ísrael. Á ferðini vitjaðu tey eisini í Betlehem, men hóast trupulleikar við “Múrinum” og soldátum, so gekk væl bæði at koma til Betlehem og aftur til Jerúsalem. (Betlehem liggur í tí Palestinska partinum av Ísrael). Har var kenda blindaheimi sum May Lada, (blinda kvinnan) stovnaði vitjað. May Lada er í dag heima hjá Harranum – men heimið sum eitur “House of hope, “Vónar húsið!” er har framvegis, við leiðaranum “Rhoda” sum er kvinna, á odda. (Heimið verður væl stuðla av føringum, so latið okkum minnast tað. Sit:kk)
Jólaaftans kvøld, vóru tey á Betlehems markum, og sungu Harranum lovsongir og lisið var úr Orðið Guds, - ein sonn hátíðarløta!
Sum øllum kunnugt, so eru einar 6 milliónir jødar komnir heimaftur til lovaða Landið – rundan um teir búgva 50-60 milliónir arabarar, sum vilja reka tey út í miðalhavið, og oyða tey, - men hetta hevur enn ongantíð eydnast – hóast fleiri royndir – og fer heldur onga tíð at eydnast, - tí Ísrael er, og verður, Guds útvalda fólk
Hoyrdi einaferð um eina jødiska kvinnu, - sum fekk spurningin: “Nú tit vera so atsøkt, hugsa tit so aldrin um “Hevnd?” Svarið var rámandi, tí hon segði! “Eg eri hevndin, eg – maður mín og børn okkara eru hevndin, - tí vit eru øll her enn í Jerúsalem! Øll hini eru farin. Men vit eru her enn!”
Jú sanniliga hava vit føringar nógv at takka fyri, - og av hjarta syngja: “Harranum lovið tí veldiga Kongi við heiður!”
Kristina sang síðani vakra sangin sum Bernhard úr Morlaix, sum var føddur ár 1145 gjørdi, og sum Victor Danielsen týddi: SGF.Nr. 929.
Jerúsalem, tú gylti, Tú staður signaði, Um teg, um teg at hugsa. Við tráan fyrri meg!
Eg veit ei,á,eg veit ei, Hvør gleði bíðar har, Hvør dýrd,hvat ljós,hvør sæla,Hvør hvíla er í tær!
Nú var stundin komin til at enda hesa signaðu løtuna, hvar vit fingu enn meira at vita um Jesus og tíð Hansara, sum smápiltur og maður í Ísrael. Og John Høj endaði hesa frálíku løtuna við bøn, - eisini hann kom inn á tjóðina Ísrael, - og nevndi um ein mann sum hevði spurt ein trúgvandi, um hann “við einum orðið” kundi prógvað, at Bíblian var Guds Orð. Svarið hann fekk var eisini eittans! “Jødarnir!”
Vit takka hjartaliga kokkum og fyriskiparum fyri løtuna. Men sum konan segði við læknan, eftir væleydnaða skurðviðgerð. Læknin skal hava tøkk, - men Gud skal hava æruna !
kk.
Nakrar myndir eru her: Eldrasamkoma 22.jan. 2010
25. januar 2010
Eldra samkoma í Betesda 22 januar 2010.
