Fríggjadagin 22 oktober Kl.15.00 komu vit so samanaftur til hesa, altíð sera hugnaligu og áhugaverdu samkomu fyri tey eldri, og vóru vit um 75-80 sum hugnaðu okkum saman hendan dagin.
Kristian Martin Rasmussen bjóðaði vælkomið, byrjaði við bøn – og var fegin um, at áhugin var so stórur fyri tiltakinum. Jógvan við Keldu settist so við klaverið og sungu vit saman Nr.1062. í SGF. Sangin hjá M.Claudius. “Vit velta og vit sáa, og dýrka vári lond.” Hvørs niðurlag er – “Signing øll og gáva, av Himli send hon er; Gev Gudi tøkk, gev Gudi tøkk, Og honum lov fram ber! Eitt niðurlag sum mangan verður nýtt sum borðvers. Síðani var tað nr. 338 í SGF. “Eitt navni er, mær líkar væl, um tað eg syngi her, Tað ljóðar søtt sum hørpuspæl, Á jørð tað dýrast er.” Ein vakur sangur eftir Frederick Whitfield úr Onglandi sum Victor Danielsen hevur føroyska.
Ungi maðurin Jón Berg Jacobsen kom framvið at kannað, um alt tað tekniska var ílagið, -hann er maðurin sum hvørja ferð í eldrasamkoma er, setir alt tað tekniska upp áðrenn vit eldru koma. Hetta fekk hann eitt væl uppiborið herðaklapp fyri!
Sjálvtøku borið sum var um at hoknað av øllum tí góða sum á tí var. Og dúgliga gekk prátið við øll borðini, - ja, tað var sum at hoyra riturnar á Kallsvík fyrr í tíðini, - nú eru tær mestsum horvnar. Klokkan var tætt í 16.00 tá Óli á Grømma og konan Judy komu inn á gólvið at heilsa uppá og fáa ein kaffimunn – eg skilti tað soleiðis, at tey vóru komin úr flogfarinum í Vágum og beina kós til Klaksvíkar, og náddu tey at koma inn á gólvið. Tey vera nokk í Føroyum eina stutta tíð. Óli segði nøkur fá orð áðrenn endað var, og segði, at tað kendist merkiligt, at tey í ár høvdu verið í Føroyum heilar 3 ferðir, - tað var als ikki vanligt, tí tað vanliga var at tað gingu mong ár ímillum Føroyavitjan, - tí tey vóru so nógv upptikin í mongum londum í tænastu Harrans.
Torkil Mørkøre á gátt, at syngja tveir sangir fyri okkum, og var tað ein rørandi løta. Hann greiddi frá hvør hann var, hvørji foreldrini vóru, - og eisini greiddi hann frá, hvussu og undir hvørjum umstøðum hesir báðir sangirnir vóru vorðnir til sum hann skuldi syngja. Tann fyrri var “Mær halda Harrans hendur” ein sangur við undurfullum sannleika og sera góðum lagi: Seinni sangurin var Nr. 902 í SGF. Perlan hjá B.S.Ingemann sum Jákup Dahl próstur hevur føroyskað. “Tín miskunn, á Gud, er sum himinin há, Tín trúfesti røkkur til skýggja, Tín dýrd er um allan heimin at sjá, Tín kærleikssól lýsir til býggja.”
Síðani áttu Magni og Karin Jacobsen orði, - tey greiddu sera væl ( við myndum) frá, nú tey høvdu verið og vitjað nakrar vikur umborð á “Logos Hope” har sonur teirra Jósef er maskinmeistari. Skipið var og vitjaði á Malta – hesi lítlu oynni (ikki størri enn Eysturoy) har Paulus strandaði í sínari tíð á eini Vík – sum í dag verður rópt “Paulusarvík”. Á hesi lítlu oyggj búgva í dag umleið 300.000 menniskju, og høvdu umleið 180.000 fólk verið umborð og vitjað – fingið evangeliskan lesnað og annað andaligt lesitilfar, - eisini høvdu tey verið í landi og vitjað í samkomum – skúlum við meira, og hjálpt fólkunum í har búgva. Magni las úr Ápostlasøguni um sjóferð Paulusar – saman við frálíku frágreiðingini við myndum. Eisini høvdu tey tað gleði, at kunna halda føðingardag saman við Jósef umborð. (meini eisini at Karin fylti umborð). Umborð á Logos eru mong tungumál umboðaði – menniskjur sum ynskja at vera í verkið Harrans, og enntá gjalda fyri tað, - tey gjalda umleið 3 til 5000 Kr. um mánan fyri at vera umborð, - men tað er eingin yvi um at lønin verður endurgoldin fleirfaldað frá himmalska arbeiðsgevaranum. Ein sera góð frágreiðing um arbeiðið umborð á Logos Hope sum vit takka fyri. Viðmerkjast skal, at eisini aðrir føringar eru umborð, m.a Símin Pætur og Anna á Torkilsheyggji.
Nú var løtan komin, hvar vit áttu at endað – tíðin var farin so skjótt – at eg ikki sansaði, at klokkan var tætt í 17.00, Jógvan Gerðalíð nýtti høvið at siga nøkur fá orð, - síðani sungu vit Nr. 1053 í SGF. “Hví skal eg tungur vera, Hví falla skuggar á, hví skal eg missa móti, Sum onga hjálp eg sá, Tá Jesus er mín lutur, Á øllum mínum veg! Hann spurvin ikki gloymir, Og eg veit Hann varðar meg.” Niðl: Mín sál í honum gleðist, Er frí, tí syngi eg; Tí Hann spurvin ikki gloymir, Og eg veit hann varðar meg.” Yrkt: Charles Gabriel. Týtt. V.Danielsen.
Lydia Petersen takkaði fyri, og endaði við vælvaldum orðum, við at leggja land og fólk í álvarsamari bøn, í Guds hendur.
Vit gomlu, takka fyrireikarunum fyri enn eina sera hugnaliga – áhugaverda og uppbyggjandi eldrasamkomu, og hittast, um Gud vil, aftur 19 november Kl.15.00, og øll eru sjálvandi hjartaliga vælkomin.
Kári Kjelnæs.