24. mars 2013
Páskamøtir á Toftum og Skála
Sum vanligt hevur verið í fleiri ár, hava páskamøtini byrjað í Nerija á Skála, og hava síðani hildið fram í ítróttarhøllini í Runavíkini. Í ár verður tað ikki soleiðis, tí stórarbeiði fer fram í samband við høllina. 

Páskamøtini byrja í Nebo á Toftum skiriskvøld og langa fríggjadagskvøld, bæði kvøldini kl.19.00, og ungdómsmøtir verða hesi kvøldini í Nebo kl.22.00. 

Yvir um fjørð.
Páskaaftan verður farið yvir um fjørð. Leygardagin og fyrra páskadag verða møtini í Ítróttarhøllina á Skála. Hetta er fyrstu ferð, at páskamøtini verða hildin í høllini á Skála. 

Sunnudagin, fyrra páskadag, verður bjóða til nátturða í høllini millum møtini kl.16.00 og kl.19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin bæði til møtini og til nátturðan.

Páskamøtini endað sunnukvøldið kl.22.00 Eingi møtir vera annan páskadag. 

Børnini
Undir breyðbrótingini, sum verður fyrra páskadag, er sunnudagsskúli í kantinuni í høllini, og samstundis sum uppbyggingarmøti verður kl.16.00 er barnamøti, sum eisini verður í kantinuni. 

Ungdómsmøtir
Meðan páskamøtini eru bjóða samkomurnar á Skálafjørðinum til trý ungdómsmøtir, sum verða bæði í Nebo og í høllini á Skála, sí skránna. Ungdómurin letur heilsa og sigur, at tað gleðir tey altið at síggja tey tilkomnu og eldru vera við á ungdómsmøtunum. 

SKRÁIN YVIR PÁSKAMØTINI: 
Skíriskvøld í Nebo:
Evangeliskt møti kl.19.00 

Langa fríggjadag í Nebo:
Evangeliskt møti kl. 19.00
Ungdómsmøti kl.22.00 

Leygarkvøldið í høllini á Skála:
Evangeliskt møti kl.19.00
Ungdómsmøti kl.22.00 

Fyrra Páskadag í høllini á Skála:
Breyðbróting kl.11.00 
Sunnudagsskúli kl.11.00
Uppbyggingarmøti kl.16.00
Barnamøti í kantinuni kl.16.00 
Nátturði í høllini millum møtini
Evangeliskt møti kl.19.00
Ungdómsmøti kl.22.00
Created by krea.fo