23. november 2014
Ungdómsstevnan
Ungdómsstevnan verður 27. til 30. november í Betesda. Evnið verður Sálmur 150, ið er síðsti sangurin.

Regin Guttesen kemur at hava 5 talur út frá Sálmi 150. Ein italienskur bólkur kemur at leiða lovsangin saman við okkum.

Á skránni verður millum annað seminar, vitnisburðar, solosangur o.a. Vit gleða okkum til at lovprísa Gudi saman.

Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! - Halleluja!


Skráin:

Hóskvøld

Ungdómsmøti kl. 21 (1. Bíbliutími)


Fríggjakvøld

Ungdómsmøti kl. 20 (2. Bíbliutími)


Leygardagur

Kl. 14 Seminar
- Antonella og Davide: Lovsangur – At leiða lovsang
- Manuel: Brúka gávurnar fyri Gud
- Leonardo: Tæn Gudi – Um at gera eitt verk fyri Harran aftanfyri miksipultin

Kl. 16.15 Regin hevur 3. Bíbliutíma

Ungdómsmøti kl. 20 (Bíbliutími 4)


Sunnudagur

Kl. 11 Minnismáltíð Harrans

Kl. 18 Møti (Bíbliutími 5)

Created by krea.fo