Støðufesti
Í mai mánaða 1884 vóru eini foreldur í USA, sum vóru ósamd um, hvat millumnavn tey skuldu geva nýfødda syni teirra. Mammuni dámdi betur Solomon og pápanum Shippe. Bæði nøvnini vóru í familjuni. Við tað at John og Martha ikki kundu semjast, gjørdu tey eina neyðsemju, sum var henda: "S". Soleiðis gjørdist Harry S. Truman tann einasti presidenturin í USA, sum hevði ein bókstav til millumnavn.

Meira enn 120 ár aftaná vita vit um hesa ósemju - men vit vita eisini, at ein hóskandi loysn varð funnin.

Í Nýggja Testamenti lesa vit um eina aðra ósemju, sum hevur livað víðari í søguni. Hendan var millum tveir trúboðarar: Paulus og Barnabas (Ap.15). Barnabas ynskti, at teir skuldu taka Markus við teimum á ferðini til at vitja nakrar samkomur, sum teir frammanundan høvdu verið til hjálpar (v.37). Men Paulus hevði ikki álit á Markusi, orsakað av eini hending fyrr á ferðini (v.38). Paulus og Barnabas vóru so hvassliga ósamdir, at teir fóru hvør til sín (v.39).

2.000 ár aftaná lesa vit framvegis um hetta orðaskiftið. Men tað, sum er týdningarmikið, er at tað ikki bert livir víðari í søguni, men heldur at tað ikki letur eftir seg varandi samskiftis arr. Paulus kom eyðsýniliga aftur ásamt við Barnabas, og á síðstu døgum sínum bað hann Markus koma við sær, tí "hann er mær til góða hjálp í tænastuni" (2.Tim.4,11).

Kjak og orðaskifti koma fyri. Men lat okkum tryggja okkum, at tað endar í semju uttan eftirspæl. Øvund er ein alt ov tung byrða at bera.

Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo