Tænasta uttan íhald
Tveir ungir brøður sótu hvønn sunnudag í fremstu røð í samkomuni og eygleiddu faðir teirra, sum fyriskipaði tilbiðjunartænastuna. Eitt kvøldið eftir at dreingirnir vóru lagstir, helt pápin seg hoyra, at annar drongurin græt. Hann spurdi drongin hvat bagdi, men hann drálaði við at svara. At enda viðgekk hann tó: "Pápi, í Bíbliuni stendur, at vit fara at tilbiðja Gud í Himli í allar ævir.Tað er ein ómetaliga long tíð!" Orsakað av at hann ímyndaði sær Himmalin sum eina langa tilbiðjunartænastu eins og pápi hansara leiddi av talarapallinum, tyktist Himmalin honum at vera rættiliga keðiligur!

Hóast eg viðhvørt ynski, at vit vistu meira um, hvat Himmalin kann sammetast við, so vita vit við vissu: "Keðiligur" kann ómøguliga vera rætta orðafellið at lýsa hann við.Vit fara at síggja vakurleika, sum vit ongantíð áður hava sæð, íroknað "lívsvatnsánna, skínandi sum krystal" (Op.22.1). "Staðnum tørvar ikki sól ella mána at lýsa sær, tí dýrd Guds lýsir hann upp" (Op.21.23). Og vit koma at njóta eitt lív uttan sorg, skríggj ella pínu (Op.21.4). Ja, vit koma at halda á við at tilbiðja í Himlinum. Menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum fara at gleðast og prísa Jesusi, sum doyði fyri okkum og stóð upp aftur av grøvini.

Vit fara at sóla okkum í dýrdini av nærveru Harrans - í allar ævir. Men vit fara ikki at keða okkum eitt sekund.

Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo