Væl grundað inngongd
Í samband við eitt lestrarskeið uttan fyri USA, sum kona mín og eg høvdu í hyggju at fara til, varð okkum noktað innferðarloyvi, táið vit í flogfari komu til hetta landið, vegna trupulleikar við pappírum okkara. Hóast tað at vit vóru hildin aftur, var umsókn okkara um visa rætt útfylt, men umsóknin var mett ógyldug. Hóast stríð og royndir á onkrari sendistovu, var einki at gera. Vit fingu ikki loyvi at vera har, men máttu av stað aftur við fyrsta flogfarinum til USA.

Henda royndin við mínum innferðarloyvi var tvørlig, men eg ynski við hesum at hugsa um tey, sum koma at standa frammanfyri Gudi ein dag uttan eina væl grundaða inngongd til Himmalin. Hvat um tey skuldu lagt fyri dagin eitt yvirlit yvir eitt gott kristiligt lív og góðar gerðir? Tað hevði ikki verið nóg mikið. Tað finnst bert ein vegur til Himmals. Jesus segði: "Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær" (Johs.14,6).

Kristus hevur einsamallur við deyða Sínum og uppreisn goldið prísin fyri syndir okkara. Og bert Hann kann veita okkum inngongd til nærveru Faðirsins. Hevur tú sett álit títt á Harran Jesus? Um ikki - ger tað so í dag!

Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo