Peningastúran
Í Orði Sínum í Bíbliuni hevur Jesus meira at siga okkum um peningaviðurskifti enn um nakað annað umrøðuevni. Lukas 12 gevur okkum eina góða frágreiðing um støðutakan Hansara til peningaviðurskifti. Hann fordømir ikki pening ella ognarlutir men ávarðar ímóti at seta álit á pening fyri at tryggja sær framtíðina. Peningur megnar ikki at loysa størstu trupulleikar lívsins.

Hóast Jesus talar um mong sjónarmið viðvíkjandi peningi, so tykist Hann at miðsavna seg um spurningin: "Hvat merkir peningur fyri teg?". Peningur kann stýra einum menniskjalívi og leiða burtur umsorganina frá Gudi. Jesus eggjar okkum til at slíta okkum leys av peningavaldi - sjálvt um tað merkir, at vit lata alt fara.

Jesus biður inniliga áhoyrarar Sínar um at leita eftir ríkidømi í ríki Guds, tí slíkt ríkidømi kann gagna teimum í hesum lívi og eisini í tí komandi. Jesus sigur í Lukas 12,22: "Stúrið ikki fyri lívinum" - tí Gud er tann, sum skal síggja til tørv okkara. Og so - fyri at leggja áherðslu á Sítt endamál - førir Hann fram kong Salomon, hin ríkasta mannin í Gamla Testamenti. Jesus segði, at liljurnar á markini vóru klæddar glæsiligari enn sjálvur Salomon í allari dýrd síni. "Men, søkið fyrst ríki Hansara! So skal hetta verða givið tykkum umframt!" (v.31).

Betri er at líta á Gud, sum hevur ríkliga umsorgan fyri øllum heiminum, enn at brúka lív okkara til at stúra viðvíkjandi peningi og ognarlutum.

Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo