Fimm minuttir reglan
Eg las einaferð um eina 5-minuttir-reglu, sum ein mamma hevði saman við børnum sínum. Hon gjørdi tey hvønn morgun til reiðar at fara í skúla og savnaði tey síðani saman í fimm minuttir til bøn, áðrenn tey fóru heimanífrá.

Tey savnaðust saman um mammu sína, og so bað hon um signing Guds yvir tey øll við navni. Síðani gav hon teimum ein koss, og tey vóru uttandurða. Sjálvt grannabørnini vóru íroknaði bønarrunduna við navni, táið tað kom fyri, at tey komu inn á gólvið á veg í skúla. Eitt av børnunum segði mong ár aftaná, at hendan uppliving lærdi hana, hvussu avgerandi bøn er fyri hana í dag.

Dávid, ið skrivaði Sálma 102, kendi týdningin av bøn. Hesin Sálmurin hevur heitið: "Bøn eftir neyðstaddan mann, táið hann ørmaktast og hellir út sorg sína fyri Harranum". Hann rópti: "Harri, hoyr bøn mína tann dag eg eri í neyð, skunda tær at svara mær" (v.1-2). Gud hyggur niður av heiløgu hædd Síni og skoðar úr Himli niður á jørðina (v.20).

Gud hevur umsorgan fyri tær og ynskir at hoyra frá tær. Antin tú fylgir fimm-minuttir-regluni og biður um signing fyri dagin, ella tær tørvar at nýta meira tíð til at rópa til Hansara í djúpari neyð. Tosa við Harran hvønn dag. Títt fyridømi kann hava stóra ávirkan á familju tína ella onkran, sum stendur tær nær.

Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo