Viðgerð seinkan
Orsakað av einum stórum eldgosi í Íslandi í apríl mánaða 2010 spreiddi eitt skýggj av øsku seg um eitt vítt øki úr Íslandi og eystureftir.
Sum ein fylgja av hesum vórðu fleiri flogvallir í Bretlandi og Europa stongdir í 5 dagar. Nærum 100.000 flogferðir vóru avlýstar, og milliónir av ferðafólkum kring heimin máttu finna seg í at vera verðandi á jørðini og bíða. Fólk saknaðu týdningarmiklar hendingar, handilsfyritøkur mistu pening, og eingin visti, hvussu leingi hetta fór at vara.

Táið ætlanir okkara eru farnar fyri skeyti og eingi ráð eru fyri, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi vónbroti og seinkingum, er Esaias 26.3-4 eitt akker fyri sálina í øllum stormum lívsins: "Tann, ið hevur grundfest sinni, letur Tú altíð hava frið, tí á Teg lítur hann. Lítið í allar ævir á Harran, tí Harrin HARRIN er ævigur klettur!". Hóast vit mugu síggja í eyguni mótgongd og hjartaskerandi miss, so er hetta klettafasta lyftið vert at minnast og endurtaka hvørt kvøld, táið vit leggja okkum til hvíldar.

Í dag, táið ætlanir okkara eru púra fyri ongum, dvølja vit tá við umstøðum okkara hjá Harranum? - Og hóast vónbrot kunnu vit framvegis líta á okkara elskaða Frelsara!

Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo