LÆR AT HVÍLA
Mong trúgvandi eru stúrin og óttafull. Sjálvt um tey hava upplivað hvíldina av frelsuni, sum fylgist við fyrigeving av syndini, og meðan tey hyggja fram ímóti teirri ævigu hvíldini í Himli, so liva tey framvegis í ótta. Bangin og ivasom tykjast tey støðugt at vera tyngd av spurningum lívsins.

Ein nærri kannan av teirra órógv kann avdúka orsøkina til trongd teirra. Við ongantíð at hava lært at hvíla í Harranum, sakna tey veruliga hvíld, sum Esaias sigur tað í kap. 30,15: "Í stilli og áliti skal styrki tykkara vera". Børn Guds, sum hava dagligt samfelag við Harran við bíbliulestri og bøn, uppliva hetta á ein undurfullan hátt.

Ansa eftir, at tú ikki gerst eitt offur fyri fruktarleysari knarran. Um tú gerst tað, kemur tú at missa friðin og gleðina, sum er tín rætti arvalutur. Set í staðin fyri til síðis ein part av degnum til at tosa við tín himmalska Faðir og takka Honum fyri, hvør Hann er og hvat Hann hevur gjørt fyri teg. Síðani, við at lesa Orð Guds og trúgva troystandi lyftum Hansara, fer trúgv tín at styrkna og ein yvirnáttúrligur friður fer at floyma yvir sál tína.

Jesus segði: "Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera - Eg skal geva tykkum hvílu! (Matt.11,28).



Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo