Í HEIMINUM MEN IKKI AV HEIMINUM
Ein ungur maður, sum var komin inn í eitt kleystur, skrivaði til pápa sín og greiddi honum frá, hvussu undurfult tað var at vera har. Hvønn morgun kl. 2 fóru allir menninir upp og fóru at syngja fyrndargamlar andaligar sangir.

Pápi hansara, sum var ein vitugur og hugsanarsamur maður, skrivaði aftur: "Kæri sonur! Mamma tín og eg eru so fegin um at hoyra, at tú hevur fingið títt kall. Men minst altíð til eitt: Eisini vit og mong onnur foreldur, sum liva í heiminum, eru vaknaði mangar ferðir kl. 2 um náttina fyri at geva pinkubørnum okkara føði og hava á sama hátt funnið okkara egna heilaga kall.

At liva eitt heiðurligt lív saman við Gudi í einum óndum heimi er ikki fyrst og fremst ein spurningur um eina sanna ytri støðu, men tann rætti innari skilnaðurin. Tað, sum er týdningarmest, er ikki, hvar vit liva, men hvussu vit liva. Kjarnin í bøn Jesusar fyri Sínum í Johs. 17 var hendan: " .... hesi eru í heiminum - og Eg komi til Tín, Heilagi Faðir! Vaðveit tey í navni Tínum!"

Men hvussu kunnu vit halda skil á hesum: "Í heiminum men ikki av heiminum?" Tað er bert við dagliga at goyma sannleiksorð Hansara í hjørtum okkara og gera eftir tí.

Vit mugu liva í heiminum, men latið okkum gera okkum ómak fyri at halda heimin og virðir hansara frá at liva í okkum.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo