HJÁLP ELLA FORÐAN
Ein 86-ára gamal fyrrverandi tryggingar umboðsmaður sigur, at aftaná sera umhyggiliga hugsan var hann komin til ta niðurstøðu, at "tað finst ongin persónligur Gud og einki lív aftaná deyðan". Hann sigur, at einki próvtilfar finst, sum stuðlar undir hesa sannf'øring. Men her mistekur hann seg. Vísindamenn hava víst á, at bøkurnar í Nýggja Testamenti eru álítandi prógv, og at uppreisn Kristusar er ein søguligur veruleiki.

Eins og fólkið, sum Paulus skrivar til í Rómbrævinum fyrsta kapitli, "sum ikki hildu tað vera vert at hava kunnskapin um Gud" (v.28). Avgerð Paulusar kom úr hansara egna uppreistrarhugaða hjarta og var styrkt av vánaligu royndum hansara.

Viðurskiftini, sum hava verið til grund fyri niðurstøðuni hjá 86-ára gamla manninum, átti at eggja okkum, sum trúgva á Jesus Kristus. Maðurin kemur við ábending um, at hann hevur sæð lítla Kristus-líkheit ímillum tey trúgvandi, sum hann hevur møtt og havt samstarv við, og hetta er komið fyri í einum umhvørvi við mongum kirkjum og samkomum. Hann hevur givið gætur eftir, at mong trúgvandi eru eins gramm, óreiðilig, óvinarlig og misnøgd sum tey, sum uttanfyri eru.

Eins og ísraelsmenn á døgum Ezekiasar vóru slík trúgvandi, sum við atferð teirra misnýttu Navn Guds og góvu vantrúgvandi undanførslu til ikki at trúgva Gudi.

Harri! - Ger meg til tað slag av trúgvandi, sum ikki eru orsøk til, at vantrúgvandi koma til tað niðurstøðu, at Tú ikki ert til. Eg ynski, at lív mítt skal vera ein hjálp og ikki ein forðan.



Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo