HYGG UPPÁ MEG
Tað snúði seg um ein av hesum brádligu orðadráttunum millum eina 16-ára gamla dóttir og faðir hennara, men hetta gjørdist eitt tíðiligt prógv um kærleika. Meðan hann var burturstaddur, hevði hon brotið útigongubannið og verið ov leingi úti saman við honum, sum hon helt saman við. Nú mátti hon tosa við pápa sín um hetta. Ráðaleys og bangin sat hon friðarlig og hugdi niður í hendurnar í fanginum, meðan orðaskiftið teirra millum helt fram. Hon bað um umbering, og tey komu til ta niðurstøðu, at dóttirin skuldi fáa eina hóskandi revsing.

"Hygg uppá meg", segði pápin. Hon ynskti ikki at gera tað, men hugdi tó upp. Í staðin fyri eitt hart eygnabrá av misnøgd, sá hon tár og eitt eygnabrá av kærleika. Hon tók armarnar um pápan, og tey kendu nú bæði, at alt fór at vera í lagi teirra millum.

Fyri at alt skal vera í lagi millum okkum og himmalska Faðir okkara, "mugu vit søkja ásjón Hansara" (Sálmi 27,8). Vit kunnu hava skuldarkenslu, vónbrot, kenna vreiði ella vera firtin ímóti Gudi, men tá mugu vit svara uppá innbjóðing Hansara um at hyggja uppá Hann - serstakliga um samfelagið við Hann hevur verið brotið.

Størsta mál okkara átti at verið óttin fyri at missa tað tætta sambandið við Hann, og fegnast um at síggja andlit Hansara í heiminum og ígjøgnum undurfullu framíhjárættindi okkara við bønarlívinum. Á tann hátt koma vit at hava vissuna um, at alt er í lagi okkara millum.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo