VIÐVARANDI ÁVIRKAN
Táið amerikanski ríkmaðurin John Pierpont Morgan doyði í 1913, avdúkaði hansara síðsta ynski og testamenti ektaða trúgv hansara á Harran Jesus Kristus. Inngangurin byrjaði við hesum týdningarmiklu orðum: "Eg líti sál mína uppí hendurnar á mínum Frelsara í fullum áliti á, at Hann hevur reinsað sál mína við dýrabara blóði Sínum, og at Hann fer at leiða hana fram lýtaleysa frammanfyri trónu himmalska Faðirs míns. Og eg bøni og biði børn míni um at standa føst uppá og verja hetta, hvat enn má standast av persónligari uppofran - ta signaðu trúarlæruna um fullkomna fyrigeving fyri synd gjøgnum blóð Jesus Kristusar, sum einaferð varð ofraður, og bert gjøgnum tað".

Hesi orð hava vónandi latið eftir seg eitt varandi árin á arvingarnar. Hóast tað er rósvert eftir deyðan at lata eftir seg ein slíkan greiðan vitnisburð um trúgv okkara, so er tað ikki minst neyðugt at luta trúgv okkara á Kristus við onnur, meðan vit enn eru á lívi.

Tey trúgvandi í Tessalonika góvu aftursvar til vitnisburðin frá Paulusi, Silvanusi og Timoteusi við at taka eftir lívi og vitnisburði teirra, so at "orð Harrans ljóðaði út; ikki bert í Makedonia og Akaia" (1.Tess.1,6-8). Samstundis sum vit eisini breiða út gleðiboðskapin í orði og verki, fara vit at hava viðvarandi ávirkan á samtíð okkara.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo