BRÓÐUR TÍN ER HAR NIÐRI
Á eystursíðuni av London vóru menn í holt við at leggja rørleiðingar fyri at leiða burtur vatn úr eini veit. Brádliga leyp moldvegurin, og fleiri arbeiðsmenn vórðu fjaldir. Orsakað av spentu støðuni og hurlivasanum savnaðist ein hópur av fólki. Fleiri hjástødd hugdu at, meðan nøkur royndu at bjarga ofrunum.

Ein kvinna fór yvir til ein av áskoðarunum, legði hondina blíðliga á øksl hansara og segði: "Bill, veitst tú, at beiggi tín er niðri í har?" Liturin fór úr kjálkum hansara, og hann leyp avstað og fór til verka. Hann tveitti jakkan frá sær, leyp niður í veitina, fekk fatur á einari skuplu og arbeiddi sum eitt ørt, inntil allir menninir vóru komnir aftur á føtur.

Hvør ein leksia fyri okkum øll! Ein fjøld av menniskjum er fangað í synd og eiga at verða bjargað. Hóast vit kanska við munni okkara hava djúpa samkenslu við fortaptu støðu teirra, spyrja vit heldur - sum tað verður víst til í 1.Mós.4,9: "Eigi eg at ansa eftir bróður mínum?"

Gud fer ongantíð at góðkenna tann hugburðin. Vit kunnu ikki sleppa undan, at tað er átroðkandi neyðugt at stuðla teimum, sum vónleys tørva hjálp okkara, tí "hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um?" (Róm.10,14).

Kom við til bjargingarroyndina. Bróður tín er har niðri !!!



Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo