HVØR ER TANN FÁVITSKUTI
Øll í samkomuni kendu Karl. Hann var bóndi og familjumaður, og eldhugi hansara stóð til hansara egnu framleiðandi markir. Hann var eisini kendur fyri sín uppaftur størri eldhuga fyri tí, sum hann nevndi "akurskurður Guds".

Grannarnir hjá Karl hugsaðu ofta um hann sum sera fávitskutan, serstakliga í samband við hansara trekleika við ikki at arbeiða sunnudagar. Ístaðin fyri fór hann í hús Guds ella vitjaði í fongsulskliva, og miðdepilin var familjan. At velja Gud framum ávøkstur av landbrúki tøktist teimum býttisligt.

Ein sunnudag, meðan grannarnir skundaðu sær við at savna saman akurskurðin áðrenn ein stormur, ið ávarðing var send út um, fór at koma, fór Karl sum vanligt í hús Guds. Seinni helt ein granni gjøldur við honum og segði: "Karl, hugsa tær til, at táið mánaðurin er farin at halla, fara vit øll onnur at njóta ein stóran vinning sum úrslit av arbeiði okkara. Men tú fert kanska onki at fáa orsakað av arbeiði tínum fyri Gud. Hvussu verður vorðið tá?" Við hóvligum áliti svaraði Karl: "At virka fyri Gud gevur eisini ein vinning, men ikki neyðturvuliga, táið mánaðurin er komin at enda. Spurningurin er: "Táið tann dagurin kemur, hvar verður tú tá?"

Hvør lønardagur er raðfestur í lívi tínum? Tann, táið mánaðurin endar, ella tann dagin, tú skalt standa fyri dómstóli Kristusar? Nú er tíðin til at eftirmeta endamálið við lívi tínum, tí ein dag fer Harrin at løna aftur tey vísu val, sum tú hevur gjørt.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo