VER ANSIN - HANN KEMUR
Táið eg var tannáringur, søgdu trúboðarar, sum bóru ein boðskap fram á ungdómsmøtum okkara, tíðum soleiðis við okkum: "Verið altíð umhyggin, hvar tit fara og hvat tit gera. Tit vildu helst ikki verið illa við, táið Jesus kemur aftur".

Nú er langt síðani, at eg havi hoyrt nakran umrøtt hetta evnið, hóast tað er ein sannleiki, sum er fast grundaður í Skriftini. Í Fyrsta Brævi Jóhannesar 2,28 mælir Apostulin til, at øll trúgvandi eiga at liva eitt reint lív við at dvølja hjá Jesusi, so vit kunnu hava dirvi og ikki vera til skammar, táið Hann kemur.

Eg eri ikki heilt vísur í, hví einki er at hoyra longur um hendan sannleikan, men eg havi mína hugsan um, hvørjar orsøkir kunnu vera til tað. Onkur hugsar kanska, at Jesus man ikki fara at koma aftur utta ávarðing. Um onnur eiga vit kanska ikki at vera so stúrin, men Gud ynskir, at vit skulu liva eitt reint og heilagt lív.

Sannleikin er óivað tann, at Harrin veit altíð, hvussu vit bera okkum at, og vit áttu tískil at toknast Honum í orðavali, verki og hugburði.

Hvat er so niðurstøðan? - Um vit liva hvørja løtu fyri Jesus, kunnu vit vera sannførd um, at vit ikki fara at vera til skammar, táið Hann kemur aftur.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo