B R O Y T T U R
Fyri mongum árum síðani rópti ein brennivínsmaður í Norður Írlandi á Harran í vónloysisøði. Hann bað Kristus frelsa sál sína frá synd og bjarga sær úr sínari trongd. Hann varð bønhoyrdur og gjørdist ein trúgvandi, og við hjálp Guds gavst hann at njóta rúsdrekka.

Gomlu vinir hansara á drykkjustovuni kveistraðu burtur umvending hansara sum eina farandi hending. "Gev honum bert ein mánaða", søgdu teir, "og so kemur hann aftur til fløskuna".

Men ein mánaður gekk, og hann hevði ikki tikið dropan. So royndu teir at halda hann fyri gjøldur við nýggju trúgv hansara. "Trýrt tú tí partinum í Bíbliuni, har Jesus gjørdi vatnið til vín ?" - "Sjálvandi geri eg tað", svaraði hann.

Kanst tú so biðja Hann gera tað fyri okkum - tað hevði verið vakurt av Honum at gjørt okkum tann beina? Maðurin svaraði: "Eg havi álit á, at Jesus gjørdi vatn til vín. Í roynd og veru hevur Hann gjørt nógv betri enn tað fyri meg. Hann broytti rúsdrekka til møblar og mat. Spyr bara familju mína".

Trúgvin á Jesus Kristus ger eina grundleggjandi broyting í hjartanum hjá einum nýggjum skapningi (2.Kor.5,17). Óndar siðvenjur fella burtur, og nýggjar tráanir koma í staðin.

Um tú ynskir slíkar broytingar í lívi tínum, tak so ímóti Jesus Kristusi sum tínum persónliga Frelsara!


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo