GLAÐUR INNAST INNI
Seks ára gamli sonur okkara Steffan og eg sótu eitt kvøldið við song hansara og lósu úr eini bók, táið hann brádliga teskaði mær í oyrað: "Eg ynski at fáa at vita, hvussu eg kann gerast ein kristin".

Lærarin hjá Steffan hevði í skúlanum tosað um frelsu, og nú ynskti hann at fáa greiðu á hesum. So hann legði bókina frá sær og ynskti at koma til málið.

Eftirsum hann hevði hoyrt søguna um Jesus, síðani hann dugdi at skilja, var tað ikki torført hjá pápanum at greiða honum frá frelsuni, og táið ein løta var farin, bað Steffan Jesus frelsa seg, og hann takkaði Honum fyri, at Hann var deyður fyri seg.

Eina løtu seinni, aftaná at teir høvdu sagt mammuni frá teimum góðu tíðindunum, hildu vit fram við lesnaðinum. Alt í einum hugdi hann uppá meg og segði: "Eg kenni meg ógvuliga eydnuríkan".

Tað er ein góður háttur at lýsa friðin og nøgdsemið, ið Jesus gevur okkum sum trúgvandi. Tað er ein friður, sum kemur av vitanini av, at revsingin fyri syndir okkara er tikin burtur við blóði Hansara - fyrigeving syndanna eftir náðiríkidømi Hansara (Ef.1,7). Vit hava ta fullu vissu, at vit eru vorðin útvald í Kristusi til ævigt lív. (Ef.1,4-5 og 10-11). Í Honum hava vit eisini fingið innsigli Heilaga Andans, sum tryggjar framtíð okkara (v.13-14). Og ongin er førur fyri at ríva okkum úr hond Hansara.

Táið vit møta trupulleikum, kunnu vit sum børn Guds ákalla Hann um hjálp (Róm.8,15-17). Hvat annað tørvar okkum fyri at vera GLAÐ INNAST INNI !


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo