TANN STÓRI MUNURIN
Meðan eg gekk út úr einum samkomuhøli aftaná eina minningarløtu fyri einum trúgvandi vini, sum skuldi til gravar, segði ein samkomutænari við meg: "Tú veitst, at tað er ein stórur munur á eini jarðarferð hjá einum trúgvandi og einum, sum ikki hevur sett sítt álit á Gud".

Hesin maðurin hevði talað við mangar jarðarferðir og hevði verið ávirkaður av tí ótrúliga stóra muninum ímillum atferðina hjá einum sonnum trúgvandi og einum, sum ikki trýr á Jesus Kristus. Hann hevði lagt til merkis, at tey trúgvandi verða troystað við orðum Paulusar í Fyrra Tessalonikubrævi 4,14: "Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum". "Síðani skulu vit, ið liva - sum eftir eru - verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini" (v.17).

Sjálvandi valdar sorgin, táið deyðin brádliga skilir okkum frá okkara kæru. Men saknurin fær ein stóran linna, og sorgin og tómleikin fáa ein undurfullan ugga við Orði Guds. Trúgvandi, sum doyggja, fara inn til nærveru Harrans Jesusar, og tey koma aftur saman við Honum, táið Hann fer at síggjast aftur í skýnum eftir Sínum.

Vit, sum hyggja fram ímóti seinnu komu Hansara, falla tí ikki í fátt men finna troyst í væntanini av teirri ljómandi sameining, ið stendur fyri framman. Tað er tað, sum ger tann stóra munin.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo