26.000 GÁVUR UM DAGIN
Hvat gert tú 18 ferðir um minuttin, 1080 ferðir um tíman og 25.920 ferðir um dagin? - Hugsa um tað! - Tú dregur andan! - Um tú ert 40 ár, so hevur tú longu drigið andan 378 millión ferðir. Og hvør av hesum andadráttum er gáva av hond Guds!

Lunguni eru millum mest týdningarmiklu lutirnar í likami tínum. Tey veita blóðinum súrevni og taka burtur koltvísúrevni og vatn. Bara tú gevst at anda fáar minuttir, fellur tú í óvit. Tú kanst ikki vera leingi á lívi uttan súrevni.

Bíblian sigur okkum í Job 12,10, at "Hann hevur hvørja livandi sál í hondini og anda hvørs menniskjalikams!" Hann gevur okkum 26.000 gávur hvønn dag, so vit kunnu æra Hann við tí lívi, tað veitir okkum.

Ein trúboðari sat við seingina hjá eini eldri trúgandi kvinnu, sum lá til at doyggja. Táið hann spurdi hana, hvat skriftstað hon ynskti, at hann skuldi lesa, svaraði hon: "Tú kanst sjálvur velja, men lat tað vera eitt við lovprísan". Sjálvt um hon var nær við sín síðsta andadrátt, so ynskti hon at taka lut í vitnisburðinum hjá Dávidi í Sálma 150,6: "Alt, ið andadrátt hevur, lovi Harranum - Halleluja!"

Hevur tú í dag takkað Gudi fyri lívið?


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo