FÁA SUM MEST BURTURÚR LÍVINUM
Ein lívshóttandi uppliving kann fullkomiliga umbroyta tær ætlanir, sum liggja fremstar í lívi tínum. Tað var veruleikin í lívinum hjá fyrrverandi Texas guvernørinum John Connally og konu hansara, aftaná at hann varð særdur av drápsmanninum, sum gjørdi av við president John F. Kennedy í 1963.

Í einari samrøðu aftaná greiddi Connally soleiðis frá: "Hvat mær og Nelly viðvíkur, so slapst ikki undan, at vit vóru flutt í ein tíðiligari brennidepil, sum er sera týdningarmikil í lívinum. Vit royna ikki at taka lut í málum, sum lítið hava at tíða ella onga meining hava fyri framman".

Eg veit ikki, hvussu hetta víðakenda parið tolkar: "sum liggja fremstar í lívi tínum", men uttan iva er vísdómur í niðurstøðu teirra. Eins og høvundurin av 39. Sálmi sigur tað, so hava tey ta fatan, at lívið er ov stutt til at spilla burtur uppá málsøki ella lutir, sum ikki hava varandi virðir.

Eru vit komin til somu niðurstøðu? Hava vit sett álit okkara fullkomiliga á Harran við fullari vissu um, at bert Hann kann veita okkum varandi virði í lívinum? Sum vit nú hyggja fram ímóti einum nýggjum ári, kunnu vit siga við Sálmi 39: "Øll vón mín stendur til Tín!"

Bert Gud er mentur at fría okkum frá einum lívi við skilaleysum ítrivi ella tiltøkum.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo