HJARTALIGT FAVNTAK
Táið Jesus var á jørðini, tók hann tey smáu børnini í favnin, legði hendurnar á tey og signaði tey. (Markus 10,16). Og framvegis er Hann í barna-umfavningar-tænastuni í dag.

Ein vinur mín segði mær frá eini hjartanemandi samrøðu millum tvey ommu- og abbabørn. Fimmára gamli Mattias segði við 3-ára gomlu Sáru: "Eg tosi við Jesus innantanna!" Sára svaraði: "Tað geri eg ikki - eg balli meg inn at Honum!" Mong onnur Guds børn, nógv eldri, hava roynt Hansara ósjónligu armar rundan um tey og niðriundir teimum. Munkurin Lawrence frá 17. árhundrað, sum var kendur fyri at varnast nærveru Guds mitt ímillum grýtur og pannir í køkinum á kleystrinum, segði frá, at hann var kendur av Gudi og ovurhonds stóru umsorgan Hansara. Og Hudson Taylor, undangongutrúboðarin í Kina, ríslaði hetta niður á pappír sum hann nærkaðist endanum av lívinum: "Eg eri so veikur, at eg fái ikki arbeitt. Eg megni enntá ikki at lesa í bíbliu mínari. Eg havi ikki styrki til at biðja. Eg kann bert liggja stillur í ørmum Guds eins og eitt barn - og líta á Hann."

Gud ynskir, at vit skulu leggja okkum fjálgt inn til Hansara í barnsligum áliti og trúskapi, antin vit eru ung ella gomul, sterk ella veik. Sum aftursvar ígjøgnum Hansara íbúgvandi anda, dregur Hann okkum til sín sjálvan fyri at troysta og signa okkum.

Hava tú og Gud havt eitt hjartaligt favntak í dag ?


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo