TÍN SEINASTI DAGUR
Set nú fyri at tað í morgun varð sagt tær, at dagurin í dag var tín seinasti dagurin her á jørðini? Hvussuleiðis hevði tú so viljað brúkt tínar seinastu stokkutu tímar? Hvørjum hevði tú avgjørt viljað verið saman við? Hevði atburður tín verið grundleggjandi ólíkur tí, hann vanliga er?

Onkur hevur vísiliga sagt: "Tú átti at liva hvønn dag sum um tað var tín seinasti, tí ein av hesum døgunum verður júst tann seinasta".

Tað er eingin vegur uttanum. Antin títt jørðiska lív endar í eini vanlukku, sjúku ella máast burtur av aldri, ella at Harrin kemur aftur í skýnum, so fer ein av hesum døgunum at vera okkara seinasti. Tí er tað, at vit eiga at vera á varðhaldi og vera umhyggin við tí, sum vit gera og siga.

Tessvegna áttu vit at tikið okkum saman við at vísa kærleika og takksemi fyri øðrum og søkja sátt og semju við tey, sum vit hava stygt burtur, ella við at kunngera gleðiboðskapin fyri grannanum.

Kanska tú hevur útsett at taka ímóti Jesusi sum tínum persónliga Frelsara til ein betur hóskandi dag. Men tann dagurin kemur kanska ongantíð. Eftir sum síðsti dagur tín her á foldum kann koma ógvuliga óvæntað, átti tú at givið orði Paulusar í 2. Korintbrævi 6,2 gætur: "Ja, nú er lagalig tíð, nú er frelsudagurin!"


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo