Góður granna politikkur
Ein morgunin kona mín og eg vaknaðu, løgdu vit til merkis, at onkur av grannunum hevði skrivað ein seðil og heft hann á úthurð okkara. Har stóð at lesa: "Vit eru burturstødd til í annaðkvøld. Høvdu tit viljað gjørt so væl at hugt eftir hundi okkara Cleo fyri okkum. Um hann ýlir ella goyr og vil sleppa inn, so hongur ein lykil á einum nagla við bilhúsdyrnar. Takk fyri!". Eg fegnaðist um at lesa hesa áheitanina, tí tað segði okkum, at ein sterk álitisbrúgv varð bygd ímillum okkum hesi tvey árini, síðani tey fluttu higar.

Í bíbliuni lesa vit, at ísraelsmonnum varð álagt ikki at "ræna nakað frá næsta sínum" (3.Mós.19,13), "ikki døma næsta sín" (v.15), "ikki hótta grannan eftir lívinum" (v.16), "men elska og fyrigeva teimum" (v.18). Á henda hátt fóru tey at geva samtíð síni tann vitnisburð, at Harrin var hin sanni Gud, og tey, sum dýrkaðu Hann, vóru tokkalig, heiðurlig og í persónligum sambandi við Hann í teirra dagliga atburði.

Tað, sum var satt fyri Ísrael, er eisini galdandi fyri tey trúgvandi í dag. Vit eiga eisini at elska grannar okkara, og tað merkir meira enn bert teir nærmastu grannarnar. Grannar meinar Jesus við øll, sum hava ein tørv (Luk.10,29-37).

Latum okkum tí vera fús til at nýta ta neyðugu tíðina at menna og økja um vinskap. Lat okkum vera til reiðar at rætta eina hjálpandi hond til teirra, sum eru í neyð. Tað fer kanska at broyta okkara ætlan í løtuni. Til dømis ein neyðstøðu flutningur til eitt sjúkrahús. Ella ein litur av mjólk, táið vit kanska ikki hava so nógv sjálvi. Men ein góður granna politikkur nøktar fyriskipan Guds. Tað kann enntá hjálpa til at fáa ein at koma til Kristus.


Umsett úr Our Daily Bread
Created by krea.fo