Eingin synd er lítil
Táið eitt ferðamannaskip fyri mongum árum síðani sakk útfyri írsku strondini, varð siglingarheimurin í ørviti og ráðaleysur, tí skiparin var ein framúrskarandi sjómaður. Eingin kundi rokna út, hvør orsøkin var til vanlukkutilburðin. Kavarar vórðu tískil sendir niður fyri at kanna málið, og ein av lutunum, sum teir komu uppaftur við fyri at kanna nærri, var kumpassin. Táið teir tóku hana sundur, funnu teir oddin av einum knívi innaní kumpassini.

Eyðsýniligt var, at meðan kumpassin er vorðin reinsað, hevur ein av manningini verið óskettin og brotið oddin av knívinum, og hevur oddurin verið eftir í kumpassini. Tað var bert eitt lítið, tunt petti av metalli, men tað var nóg mikið til at órógva kumpassina, so hon ikki segði frá tí, sum hon átti. Úrslitið var, at skipið sigldi skeiva kós og við miklari ferð rendi á land og sakk.

Sum trúgvandi kunnu vit eisini koma í líknandi umstøður, um vit byrja at hugsa, at smáting ella smáar syndir ikki eru so skaðiligar. Tessvegna er tað, at orð okkara, gerðir okkara og hugburður okkara altíð mugu vera uttan synd, sum kann spilla vitnisburð okkara og skaða viðurskifti okkara við Gud.

Í Fyrra Korintbrævi kap. 5 stóð Paulus andlit til andlits við syndafullar umstøður, sum órógvaðu verk Harrans í Korint. Eftir at hava ávíst álvarsemið í hesi syndini og úrslitið av henni, gav hann fólkinum eina ávarðing um fylgjurnar av syndini. Hann segði: "Vita tit ikki, at eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið?"(v.6). Ein og hvør synd, sjálvt tann "minsta" kann skapa rumbul bæði fyri einstøk trúgvandi eins væl og samkomuna.


Umsett úr Our Daily Bread
Created by krea.fo