Leitandi eftir vón
Ein trúboðari í India lá við brennandi fepri av malaria sjúkuni. Sum sjúkan var við at mergsúgva hana fyri styrki, dróg ein kensla av tunglyndi hana niður í djúpt vónloysi. Hon kendi seg so avmaktaða, at hon bað Gud um at taka seg heim til Himmals. Men ein dagin, meðan hon var stikað inni í hesum óúthaldandi ráðloysinum, kom ein ljómur av tónleika inn til hennara úr einum øðrum rúmi í sama húsi. Nøkur ung fólk úr India høvdu eina tilbiðjunar gudstænastu. Hon hoyrdi tey syngja á teirra egna máli: "Eg havi Jesusi valt at fylgja, ei vendist við, ei vendist við". Songurin rørdi hjarta hennara, og hon byrjaði at biðja. Skjótt broyttist bønin til hálovan, og Gud tók burtur dirvisloysið. Stutt eftir fekk hon heilsuna aftur. Nú, mong ár seinni, er hon framvegis í arbeiðinum innan heims trúboðanarvirksemi.

Hevur tú nakra samanbering við hennara royndir? Hevur tú upplivað tað slag av ráðaloysi, sum kann fáa teg til at geva skarvin yvir? Hevur tú kent eina slíka trongd av tunglyndi, at tú hevur hug til at siga sum Dávid í Sálmi 42,11: "Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær?

Hvørja ferð tú byrjar at vera tungur í huga, minst tá til, at Dávid hevði ikki bert vandamál men eisini loysnina: "Vónina á Gud", segði hann. Tilvitanin um nærveru Guds fer at fylla hjarta títt við tilbiðjan og endurnýggjað trúfesti at fylgjast við Honum. Syng av fullum hjarta: "Eg havi Jesusi valt at fylgja, ei vendist við, ei vendist við". Táið tú hevur álit av Jesusi, verður tú vónríkur.


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo