Ljós í myrkrinum
Í bókini "Dagligir Gimsteinar" er hendan søgan frá D.L.Moody: "Ein blindur maður í einum stórbýi var funnin sitandi á einum gøtuhorni við einari lykt við síðuna av sær. Onkur fór yvir til hansara og spurdi hann, hví hann hevði hesa lyktina hjá sær, táið hann jú var blindur. Tað kundi jú gera tað sama fyri hann í myrkrinum. Hin blindi svaraði einfalt: "Fyri at eingin skal vera áhaldsin av mær".

Vit, sum kenna Kristus, eru sjálvandi ikki blind. Men eins og hesin blindi maðurin so mugu vit eisini geva frá okkum ljós, soleiðis at tey, sum eru fortapt, kunnu finna vegin til Himmals. Uttan at ljós Kristusar skínur ígjøgnum okkum - eftirfylgjarar Hansara - koma tey at snáva í teirra leitan eftir friði og nøgdsemi.

Heimur okkara í dag er myrkur, sermerktur av svartskygni og einum djúpum andaligum myrkri. Tí er tað av allar størsta týdningi, at vit sum trúgvandi endurspegla Harran Jesus Kristus, sum segði: "Eg eri ljós heimsins. Tann, ið fylgir mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins" (Johs.8,12). Frelsarin segði eisini: "So leingi, sum Eg eri í heiminum, eri Eg ljós heimsins" (Johs.9,5). Eftir at Jesus nú er farin heim aftur í dýrdina, eigur lív okkara at vera ein fyrimynd, soleiðis at onnur kunnu verða drigin at Ljósinum. Táið vit gera tað, dýrdargera vit himmalska Faðir okkara. Eins og Jesus ávaraði um: "Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!" (Matt.5,16).

Latið okkum seta okkum fyri at vera eitt ljós í myrkrinum.


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo