Morgunmatur frá Gudi
Tað sá troystarleyst út hjá børnunum á barnaheiminum hjá George Múller í Ashley Downs í Bretlandi. Tað var morgunmatartíð, men enn var eingin matur á borðinum. Ein lítil genta var og vitjaði saman við pápa sínum, sum var góður vinmaður við George Múller. George tók í hond hennara og segði: "Kom og síggj, hvat Faðir okkara fer at gera". Í matarsalinum vóru long borð sett upp, og á teimum vóru tómir tallerkar og krúss. Í køkinum var eingin matur, og tað var heldur eingin peningur í kassanum. George Múller bað: "Góði Faðir, vit takka tær fyri tað, sum Tú fert at geva okkum at eta í dag". Alt fyri eitt hoyrdu tey onkran banka á dyrnar. Táið upp varð latið, stóð bakarin við dyrnar og mælti: "Harra Múller, eg sovnaði ikki í gjárkvøldið. Á ein ella annan hátt kendi eg, at tú hevði ikki breyð til morgunmatin í morgun. So eg fór upp kl. 2 í nátt og bakaði breyð. Her eru tey". George Múller takkaði honum fyri og gav Gudi somuleiðis tøkk. Stutt eftir bankaði aftur á dyrnar. Tá var tað mjólkamaðurin. Vognurin hjá honum var fyrigingin beint uttanfyri barnaheimið, og hann ynskti, at børnini skuldu fáa mjólkina, fyri at hann kundi tøma vognin, so hann fekk umvælt hann.

Hví kundi George Múller biðja við slíkum trúaráliti? Jú - tí hann hevði mangan fyrr gjørt ta sannroynd, at Gud ferð eftir ferð hevði haft umsorgan fyri børnunum. C. H. Spurgeon hevur einaferð sagt: "Vit kunnu ikki ímynda okkum, at Hann, sum hevur hjálpt okkum úr trupulleikum seks ferðir, fer at sleppa okkum uppá fjall sjeyndu ferð".

Táið vit hyggja aftur í tíðina og síggja, hvussu Gud hevur haft umsorgan fyri okkum, verða vit bert styrkt í trúnni. Hann, Sum er førur fyri at fáa til vega morgunmat til eitt barnaheim, fer ikki at svíkja okkum í áliti okkara á Hann.


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo