Kærleiki, sum ikki heldur uppat
Dag um dag kom hin elskandi faðirin til sjúkrahúsið, ofta við blómutyssi í hondini. Hann ynskti at sita við seingina hjá 6-ára gomlu dótrini, sum var í tungum óviti, og tosaði við hana um hin undurfulla heimin uttanfyri vindeygað. Av og á segði hann henni frá eini søgu. Men hennara einasta ljóð, sum hon kundi geva frá sær, var andadrátturin.

Ein dagin vágaði sjúkrasystirin, sum passaði hana, rørd av trúskapi faðirsins, at siga við hann: "Tað má vera hart at geva so nógvan kærleika, táið hon er í hesari støðu". Hann svaraði kvikur: "Eg fari at halda á fram at koma við blómum og siga henni frá søgum, sjálvt um hon ikki gevur sær far um tað, tí eg elski hana, antin hon elskar meg aftur ella ikki".

Hvør ein eym og hugtakandi mynd av kærleika Guds! Áhaldandi og ótroyttiliga elskar Hann okkum. Vit kunnu vera vitandi um nærveru Hansara, hóast vit eru í andaligum tunglyndi. Men okkum tørvar ikki at hava tað soleiðis. Tað, sum okkara elskandi Frelsari segði við samkomuna í Laodikea, sigur Hann eisini við okkum øll: "Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum - og hann við Mær" (Opinb.3,20).

Í dag eins og altíð roynir Gud at koma í samband við teg. Svara nú aftur uppá tann kærleika, sum ikki heldur uppat.


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo