Ein partur av gávuni
Ein ung genta í Afrika gav lærara sínum eina jólagávu. Tað var ein yndislig gogguskel. "Hvar fanst tú hana?", spurdi hon. Gentan segði henni, at ein slík gogguskel finst bara á einari ávísari strond langt burturi.

Lærarinnan var djúpt rørd, tí hon visti, at gentan hevði gingið fleiri míl fyri at finna gogguskelina. "Tú átti ikki at ferðast so langt burtur júst fyri at finna eina gávu til mín, segði hon. Gentan smíltist og svaraði: "Tann langa ferðin er ein partur av gávuni".

Henda gentan - skilagóð hóast sín unga aldur - visti helst ikki, at hon kom við einum stórum sannleika um Jesus Kristus:" ... náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara" (Róm.6,23). Tað er ein dýrgripur, sum ber við sær fyrigeving fyri alla synd okkara og sum "hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara" (Róm.8,39).

Gáva Kristusar byrjaði eisini við einari ferð. Hann fór úr dýrdini í Himli niður til okkara jørð, sum var gjøgnumsúrgað av synd, og Hann tók á Seg okkara mannalíki og gekk ta torføru leiðina til krossin á Golgata. Har bar Hann alla synd okkara og straff syndarinnar. Og um eg í takksemi sigi við Hann: "Harri Jesus, tað er alt ov mikið. Tú átti ikki at gjørt hetta", ímyndi eg mær, at Hann eymliga og við kærleiksfullum eygum sigur: "Ferðin er ein partur av gávuni".


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo