Afturlønt lítillætni
Ein lítil vesturlendskur læristovnur í USA var í fíggjarligum trupulleikum. Bygningarnir vóru niðurslitnir, og lærara lønirnar vóru vánaligar.

Ein dagin vitjaði ein fremmandamaður skúlan og spurdi ein mann, sum var í ferð við at vaska ein garð, hvar hann kundi hitta rektaran á skúlanum. "Eg haldi tygum kunnu hitta hann við hús um middagsleitið", var svarið.

Hin vitjandi gjørdi sum honum var ávíst, og táið hann kom til hetta heimið, møtti hann rektaranum, sum hann kendi aftur fyri at vera sami maðurin, sum vaskaði garðin fyrr um dagin, men nú var hann øðrvísi klæddur.

Seinni í somu viku kom bræv til skúlan saman við kr. 300.000,oo. Eldhugin í tænastuni hjá rektaranum hevði gjørt eitt avgerandi árin á hin vitjandi. Av tí at gávuríki gevarin fann ein mann, sum ikki var ov stoltur til at hjálpa, har tað var neyðugt, sjálvt um tað hevði við sær, at onkur metti tað fyri at vera lítisvert átak, so hevði hann tó fingið tilskundilsi til at hjálpa til við stórtøknu gávuni til skúlan.

Fylgjurnar eru greiðar. Gud lønar teimum, sum eru lítillátin og eyðmjúk. Frelsarin Sjálvur gekk undan við at gera Seg eins og tænara og geva lív Sítt fyri okkum (Filippibr.2,3-11). Minst til orð Jesusar í Lukas 14,11: "Hvør tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt".


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo