Lovprísa náðina
Ein maður segði mær einaferð, at hann óttaðist fyri, at stoltleiki hansara var alt ov nógv inngrógvin til, at hann kundi fáa syndafyrigeving. Fyri at lýsa hetta segði hann, at táið hann var á veg til kristiligan fund í nýggja bili sínum, vónaði hann innast inni, at fólk fóru at gera onkra positiva viðmerking um bilin.

Hann kendi væl bíbliuna, so eg royndi at vissa hann um, at vit hava øll trupulleikar við stoltleika. Eg minti hann á hansara eginleikar og bað saman við honum. Men uttan at vera stórvegis bilsin eydnaðist mær ikki at hjálpa honum.

Táið er hyggi aftur á hesa hendingina, skilji eg væl, at eg átti at samtykt í, at stoltleiki hansara í roynd og veru var ein álvarsom synd. So kundu vit havt skift orð um fyrigeving Guds, sum tað er opinberað í bíbliuni - ikki at undirmeta synd men at lovprísa náðina.

Tað er júst tað, sum Jesus gjørdi, táið Hann var vorðin salvaður av einari kvinnu, hvørs ómoralski lívsháttur var væl kendur. Hann hevði onga undanførslu fyri syndir hennara, men segði, at tær vóru mangar. Ríviliga gáva hennara sýndi takksemi fyri týdningin av fyrigeving hennara. Jesus gjørdi vart við: "Men tann, ið lítið verður fyrigivið, elskar lítið (Luk.7,47). Slík menniskju kenna hvørki dýpdina av syndalívi teirra ella av innblástu fyrigeving Guds.

Næstu ferð Heilagi Andin sannførir teg um synd tína, játta hana tá beinanvegin. Takka síðani Gudi fyri umfevnandi kærleika Hansara.


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo