Ert tú ein, sum knarrar
Tað er ein søga um ein bónda, sum var víðagitin fyri at vera negativur. Ein dagin kom ein granni framvið, steðgaði á og gjørdi eina positiva viðmerking til undurfullu grøði hansara: "Tygum mugu vera ovurhonds eydnuríkur við innheystingini í ár", segði hann. Bóndin svaraði ógvuliga tvitin: "Tað sær kanska eitt sindur út av nøkrum, men ein metstór avgrøði er ógvuliga trupul at fáa eygað á úr moldini".

Ísraels fólk hevði sama slag av gremjandi hugburði. Gud hevði á ein undurfullan hátt haft umsorgan fyri teimum á ferðini gjøgnum oyðimørkina, men álíkavæl grenjaðu tey støðugt. Til dømis grenjaðu tey um breyðið, sum Gud miskunnarliga hevði útvegað teimum niður úr luftini. Tey mintust harafturímóti fiskin, sum tey fingu fyri einki í Egyptalandi, og agurkurnar, melónirnar, purrurnar, reyðleykin og hvítleykin. Tey søgdu: "Vit síggja aldri nakað uttan hetta mannað!" (4.Mós.11,6). Hvør ein tøkk!

Eisini vit hava lyndi til at hyggja at tí negativa heldur enn at tí positiva í lívinum. Vit illkennast ofta inná Gud, táið vit áttu at prísa Honum fyri óteljandi signingar Hansara. Vit gera ofta okkum sjálvi ørkymlaði av vónbrotum og missum, sum Harri okkara loyvir til okkara andaliga besta.

"Táið fólkið knarraði, tendraðist vreiði Harrans, og Hann gjørdi enda á nøkrum ytst í tilhaldinum" (4.Mós.11,1).


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo