Hvussu skulu tey hoyra ?
Meðan eg sat í einum bussi í London, var eg hugtikin av at síggja øll hesi mongu fólkasløgini við so ymiskum mentanum, sum búleikaðust í hesum stóra býi. Eg byrjaði at hugsa um allar tjóðirnar í hesum heimi, og eg hugsaði um, hvussu øll hesi nakrantíð koma at hoyra evangeliið um Jesus Kristus.

Meðan eg sat í djúpum tonkum um hetta, kom ein kvinna gangandi millum stólarøðini og steðgaði á, har eg sat. Við einum vinarligum smíli rætti hon mær eitt pappír og spurdi: "Kundi tú hugsa tær at lisið um, hvussu ein skal vera føddur av nýggjum?" Eg takkaði fyri og segði henni frá, at eg kendi Harran Jesus Kristus. "Prísaður veri Gud", teskaði hon og fór víðari til tann næsta.

Eg hugsaði við mær sjálvum: "Tað er soleiðis tey skulu hoyra!". Ein og ein fara tey at hoyra gleðiboðskapin frá trúføstum trúgvandi, sum royna at røkka onnur, hvarenn tey eru. Kvinnan í bussinum fekk meg at hugsa um Paulusar tilmæli til tey trúgvandi í Tessalonika: "Frá tykkum hevur orð Harrans ljóðað út; ikki bert í Makedonia og Akaia, nei, allastaðni hevur hoyrst um trúgv tykkara á Gud" (1.Tess.1,8). Ístaðin fyri at vera lammað av hugsanini um, at milliónir enn ikki hava hoyrt, skifti hon orð um Kristus við tey fáu, har hon búði. Áttu vit øll ikki at gjørt tað? - og at byrja í dag?

Hvussu skulu tey hoyra? Bert um vit náa ein persón nú og tá og kunngera honum frelsandi boðskapin um Jesus Kristus.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo