Tað er seint
Ein ungur drongur spældi í húsinum hjá ommu sínari tætt við eitt bornholmara-ur. Middagur nærkaðist, og táið báðir pinnarnir á tí gamla urinum komu á tólvtalið, fór klokkuspælið í gongd.

Sum honum altíð dámdi sera væl at gera, so taldi hann sløgini. Men hesa ferð hendi eitt óhapp við tí tøkniliga inni í klokkuni. Ístaðin fyri at steðga við tólvta slagið, helt urið fram við at sláa 13, 14, 15 og 16 ferðir.

Drongurin kundi ikki trúgva sínum egnu oyrum! Hann rann inn í køkin til ommu sína og rópti: "Omma! Nú er tað seinni enn tað nakrantíð hevur verið fyrr!" Í sínum ovurhuga segði hesin drongurin frá einum sannleika, sum vit øll áttu at givið gætur.

Sanniliga er tað seinni enn tað nakrantíð hevur verið fyrr í heimssøguni - dagarnir, sum eru tillutaðir menniskjum og álmanakki Guds. Fyri hvønn tíma sum gongur fáa orð Jákupsar í kapitli 5,8 størri og størri týdning: "Koma Harrans er nær!"

Hesin veruleiki er bæði troystarfullur og hugvekjandi. Tað er tryggjandi at vita, at dagurin, táið Frelsari okkara kemur aftur eftir okkum, óivað er sera sera nær. Men samstundis mugu vit ærliga spyrja okkum sjálvi: "Livi eg á ein slíkan hátt, at tað er Navni Hansara til dýrd?" - Latið okkum hugsa um hetta!

Minst til: "Nú er tað seinni enn tað nakrantíð hevur verið fyrr!"


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo