Lít á kumpassina
Ein gamal sjómaður viltist ferð eftir ferð úti á havinum í báti sínum, so vinir hansara góvu honum eina kumpass og bóðu hann inniliga um at brúka hana. Næstu ferðina hann fór í bátin, tók hann so kumpassina við sær. Men sum vanligt gjørdist hann fullkomiliga í ørviti og var ikki førur fyri at finna til lands aftur. Men at enda varð hann afturfunnin av vinum sínum.

Við andstygt og sera ótolin spurdu tey hann: "Hví brúkti tú ikki kumpassina, sum vit góvu tær? Tú kundi haft spart okkum fyri allar hesar trupulleikarnar!". Sjómaðurin svaraði: "Eg kundi ikki gera við tað! Eg ynskti at sigla norðureftir, men hvussu enn eg so royndi at fáa kumpassnálina at peika tann vegin, so helt hon á við at vísa suðureftir". Hann var so vísur í, hvar norðan var, at hann tvørur royndi at tvinga fram sína egnu persónligu sannføring viðíkjandi kumpassini.

Eftir deyða Mósesar talaði Gud við Josva, júst áðrenn hann leiddi Ísrael inn í hitt lovaða landið. Harrin minti hann á lóg Sína og segði við hann: "Vík ikki frá henni, hvørki til høgru ella til vinstru, so tú kanst hava eydnuna við tær í øllum, sum tú fert undir at gera" (Josva 1,7).

Tey, sum fylgja vegleiðing Guds og ávarðing Hansara, vera spard fyri flakkandi ferð og hjartasorg av skipbroti og undirgangi. Vit mugu biðja Gud um at stinga út leiðina fyri okkum og síðani nýta Orð Hansara sum álítandi kumpass.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo