Statt stillur
Statt stillur ! - Tað er trupult fyri mong av okkum. Tey flestu hava úr at gera.

Aftaná at hava verið í tænastu í mong ár varð eg brádliga lagdur til viks í fleiri vikur. Eg sveimaði millum lív og deyð. Tær vikurnar lærdi eg, at øll kundu vera meg fyriuttan. Meðan eg ikki var førur fyri at virka, helt verk Guds ótarnað fram.

Eg má viðganga, at tað var ein trupul leksia at læra vegna stoltleika. Tað eyðmýkti meg. Okkurt varð tikið úr mær, og álíkavæl lærdi tað meg nakað, sum kundi fáa meg at steðga á, soleiðis at Harrin kundi halda áfram við mær, og mær tørvaði at hava álit á Honum.

Ísraels fólk mátti læra hetta, táið tey stóðu frammanfyri Reyðahavið. Táið Egyptar komu aftanífrá og oyðimørkin og fjøllini kringsettu tey frá øllum síðum, segði Móses við fólkið: "Harrin skal stríða fyri tykkum, men tit skulu vera still !" (2.Mós.14,13). Áh, tær dýrabøru leksiur Gud lærir okkum, táið vit uppliva, at Hann kann viðgera øll vandamál okkara á ein slíkan hátt, at tað er meira enn vit skilja. Og eg veit, at tessvegna kann eg nú prísa Gudi fyri undurfullu umstøður mínar í lívinum.

Statt stillur ! - Gud ynskir at tala við teg !


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo