Tryggur í umsorgan Guds
Amerikanski forsetin Franklin D. Roosevelt elskaði sangin, sum varð róptur "herflota sálmurin". Hann varð sungin við jarðarferð hansara í Hyde Park í New York 14. apríl 1945. Orðini til sálmin hevur William Whiting skrivað í 1860 og hevur vant hann við einum dreingjakóri uppá 16. Hann hevði skrivað sálmin í samband við ein student, sum var í ferð við at sigla til Amerika og sum var óttafullur í samband við ferðina.

Tað undurfulla tónalagið hevði John B. Dykes skrivað og fyrstu ferð almannakunngjørt í 1861. Hann nevndi tónalagið Melita, sum var rómverska navnið fyri Malta, oyggjin har Paulus strandaði.

Sálmurin er ein einføld bøn grundað á tað djúptøknu trúnna, at hin ævigi Gud, sum skapti alheimin, hevur tamarhald á frumevnunum í náttúruni og er førur fyri at verja Síni egnu, uttan mun til, hvørjum vandi tey eru í. Vindur og alda eru undirgivin fyriskipan Hansara.

Táið vit ella onkur av okkara kæru fara eina ferð til fjarskotin lond, ella um vit bert ferðast til og frá arbeiði, kunnu vit vera trygg í vernd og varðveitslu Hansara.


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo