Gleði við at liva og vinningur við at doyggja
Eftir at hava mist elskaðu konu sína aftaná mong ár saman, lutaði ein 96-ára gamal maður stóru sorg sína við ein prædikumann og segði: "Tað er einki meira eg ynski, enn at kunna vera samanaftur við konu míni".

Prædikumaðurin svaraði: "Tað skilji eg væl, men um hon er farin til himmals, og tú ikki sigur teg vera ein trúgvandi, hvørja vón hevur tú tá um at vera saman við henni, táið tú ert deyður?" Aftaná at hava hugsað seg um eina løtu segði hann bart út hesa døpru játtan: "Rætt hevur tú - hugsanin um at fara úr hesum lívi loypir ótta á meg. Eg eri ússaligur og eri bangin fyri at doyggja!"

Hvør ein nívandi mótsetningur til lívsáskoðan Paulusar: - Paulus var til reiðar at liva ella doyggja. "Tí at liva er mær Kristus, og deyðin er vinningur (Filippibr.1,21). Men Paulus hevði einki ímóti at vera verðandi her eina tíð aftrat, tí "tað er neyðugari fyri tykkara skuld" (v.24).

Tú ert kanska ikki so frá tær sjálvum sum hesin 96-ára gamli maðurin. Tú ert kanska glaður um lívið, men ert tú til reiðar at standa andlit til andlits við ævinleikan? Um tú ert tað, so kanst tú siga við Dávidi: "Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg" (Sálmur 23,4).

Um ikki, tak so við tilboðnum um eitt ævigt lív, sum Gud bjóðar tær í dag. Við at trúgva á Kristus Jesus sum tín persónliga Frelsara, fert tú at finna gleði í at liva og sigur við at doyggja!


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo