Á møti skóleysur
Í tíðindabrævi sínum FONGSULS FELAGSSKAPUR sigur Chuck Colson frá einum prædikumanni, sum var í ferð við at leggja síðstu hond á talu sína tíðliga ein sunnumorgun, táið hann hoyrdi onkran banka á dyrnar. Har stóðu tríggir kloddutir dreingir, sum høvdu fingið gávur frá limum í samkomuni. Heim teirra var oyðilagt av evnismisnýtslu og skøkjugulevnað. Teir høvdu ongantíð fyrr verið í einari samkomu og ynsktu tí at hyggja seg um, so ein samkomutænari fór ein rundtúr við teimum.

Eitt korter seinni komu teir aftur og spurdu, nær møti bleiv aftur. "Kunnu fólk koma til samkomu tykkara, um hosurnar ikki eru eins?", spurdi tann elsti drongurin. Samkomutænarin vissaði hann um, at tað kundu teir. "Men hvat um vit ikki eru í hosum?", spurdu teir hann. Aftur vissaði hann teir um, at tað vóru teir vælkomnir til. "Tað er gott", segði drongurin, "tí mínar hosur eru ikki eins, og yngsti beiggi mín eigur ongar hosur". Tann morgunin komu allir dreingirnir á møti og vóru hjartaliga væl móttiknir. Síðani tá hevur samkoman hjálpt allari familjuni.

Júst eins og evangeliið er fyri øll menniskju, so áttu øll eisini at kent seg vælkomin í samkomu okkara. Rík og fátøk, børn og vaksin, løgreglufólk og handikappað og ítróttarfólk eru øll mál fyri kærleika Kristusar. Tey kunnu øll gerast limir á likami Hansara. Gævi at ongar forðingar eru í samkomum okkara, heldur ikki í hjørtum okkara ímóti nøkrum.


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo