Vel tín lit
Ein studentaskúlanæmingur hevði sett sær fyri eitt summar, at hann vildi vinna sær pening til sítt skúlagjald við at ganga hús úr húsi og selja bíbliur. Hann byrjaði, og fyrsta húsið hann kom til, var hjá skúlastjóranum. Kona skúlastjórans tók ímóti honum og segði kurteisliga, at familja hennara ikki hevði brúk fyri fleiri bókum. Meðan drongurin spákaði víðari, legði hon til merkis, at hann haltaði. "Áh, orsaka", rópti hon. "Eg vitsti ikki, at tú vart avlamin!" Táið drongurin vendi sær á, var hon greið yvir, at hon hevði sært hann og legði skundisliga aftrat: "Eg hevði ikki annað í huga enn at hámeta teg. Men kann heilsa tín ikki seta lit á lív títt?" Svar hansara var: "Jú, tað ger tað. Men tøkk fái Gud: Eg kann velja litin".

Táið Paulus og Silas vórðu settir í fangarúm í Filippi og ryggur teirra var upprivin av sløgum, sungu teir lovsangir (Apostlasøgan 16,23-25). Teir valdu tann bjarta litin ístaðin fyri teir myrku litirnar við tunglyndi, beiskleika og vónloysi.

Uttan mun til hvørjar vanlukkur ella kreppur møta okkum, kunnu vit eisini sjálvi gera av, hvussu vit taka tað. Við íbúgvan Heilaga Andans kunnu vit nokta fyri at mála lív okkara myrkagrátt í gremjan og knarran. Ístaðin fyri eigur tann litur, ið vit velja, at vera himmalbláur við nøgdsemi, tí hjálp Guds er altíð til taks.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo